Peter Belli, sum andaðist í síðstu viku, 79 ára gamal, var í nógv ár millum best dámdu sangarar í Danmark. Hann var eisini sera væl umtóktur í Føroyum.
Hann hevði fleiri konsertir her á landi, og í kvøðuljómunum í útvarpinum var hann ynsktur mest sum hvørja ferð.
Teir, sum oftast vóru umbidnir, mundu vera Ingen regning, Bedste og Kejserens soldater..