Teir vóru heimafturkomnir frá miseydnaðu Amerikaferðini og enn einaferð var farið í studio saman við enska framleiðaranum, Roy Thomas Baker. Men tað var eisini seinastu ferð, at teir samstarvaðu.
Ístaðin fyri meira av tí sama, fingu vit við Efter Endnu En Dag eitt nýbrot innan danskan rokk, her øll løgini hanga saman. Báði jazzut og klassisk arrangement vórðu nýtt; eins og nýggjasti elektronikkurin. Plátubarrin 20. apríl 2019.