Plátubarrin 21.4.2018. Hetta er tó tillagaða útgávan av sendingini, ið varð endursend nakrar dagar seinni. Í hesum Tematátti verður greitt frá tónleikinum og søguni í filminum, eisini verður disco-tíðin umrødd breitt, og harafturat hoyra vit eitt lag, sum varð vrakað til filmin, men kláraði seg kortini framúr væl á hittlistunum. Kend løg eru annars: "Stayin' Alive", "Night Fever", "You Should Be Dancing", "Jive Talking", o.f.o. Plátubarrin spurdi seg fyri og heimildir siga, at filmurin eftir øllum at døma varð sýndur í Føroyum nakrar vikur eftir fyrstu sýning í Danmark tann 21. apríl 1978.