Pressan

Pressan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Pressan episodes

  • Pressan: Tíðindafundir yvirtaka Kringvarpið
    Higartil hevur kringvarið staðið opið fyri boðskapunum frá landsstýrinum á tíðindafundunum, men hvussu leingi skal hetta standa við. Og kann ella eigur kringvarpið at seta treytir við, hvat innihaldið er og hvør er við á tíðindafundunum.
    Fleiri sendingar í kringvarpinum brúka Facebook - bæði sum reyp og sum samskiftismiðil. Hvussu eigur ein public-service stovnur at brúka eina risafyritøku sum Facebook, sum er 100 prosent lýsingarfíggjað. Og hvørji reglur galda fyri medarbeiðarar í kringvarpinum um at gera viðmerkingar á Facebook.
    Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður i vinnumálum, lovaði í sendingini, at alment innlit nú skal latast í, hvørjar fyritøkur hava søkt um endurgjald eftir hjálparpakka 2.
    Gestir: Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Rúni Jákupsson, vertur í Góðan Morgun Føroyum, Árni Gregersen, journalistur, Ingi Samuelsen, redaktørur á Portal.fo, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jón Brian Hvidtfelt, formaður í Føroyskum Miðlafólki og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
    Við tøknipultin: Kári Annand Berg
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    57 min
  • Pressan: Senda greiðar boðskapir
    Á hvørjum tíðindafundi, har løgmaður hevur verið við, hevur løgmaður lagt fyri við eitt slag av røðu, sum tykist fyrireika áðrenn.
    Tað vil siga, at her hevur løgmaður - helst saman við øðrum - hugsað seg um, hvussu orðini skulu sigast.
    Ein roynd at gera dagsins boðskap greiðan og at vinna undirtøku millum allar føroyingar - ella so nógvar sum gjørligt.
    Eitt eru tey boðini, sum løgmaður og aðrir myndugleikapersónar siga á tíðindafundum og í ymiskum samrøðum.
    Onnur boð, sum eisini skulu verða greið eru tey almennu boðini, sum eru at síggja á plakatum, og sum eru at hoyra og síggja í lýsingum.
    Hesi boðini, sum ofta í stuttum setningum skulu prenta okkurt ávíst inn í okkum. Fáa okkum at minnast okkurt ella rætta okkara atferð á onkran hátt.
    Gestir: Eydna Skaale, retorikari, og Rókur Jákupsson Jacobsen, samskiftisfrøðingur.
    Við tøknipultin: Búgvi Øster.
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig.
    47 min
  • Pressan: Tey ringu tíðindini eru tey best
    Eigur ein Public-Service tíðinastovnur eisini at hugsa um mentalu heilsuna hjá sínum lurtarum og hyggjarum. Ella mugu vit sættast við - at miðlarnir fyrst og fremst og onkutíð bara viðgera evni eftir um tey hava týdning fyri okkum?
    Tey góðu tíðindini eru, hvussu fá eru smittað og hvussu nógv eru frísk. Tey ringu tíðindini, at fleiri og fleiri doyggja í Svøríki ella USA. Ja og so eru summi tíðindi sum sveiggja millum gott og ringt frá degi til dags:
    Kappróðpurin skal vera - Kappróðurin er avlýsur - Kappróðurin verður.
    Nógv av okkum hava havt góða tíð reika á Facebook og instagram, ja ella brúka okkum á teimum miðlunum. Hvussu er okkara facebrúk-nýtsla broytt.
    Til síðst ein reportasje úr Tinginum, har arbeiðskorini hjá bæði pressu og poltikarum eru broytt.
    Gestir: Tór Verland Johansen, stjóri Sansir, Búi Petersen, búsitandi í New Foundlandi, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KVF og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    52 min
  • Pressan: Etikkurin úr sóttarhaldi
    Á tíðindafundinum hjá løgmanni hósdagin vóru føroyingar - ella summir føroyingar - skeldaðir, tí bæði fyritøkur og onnur vildi lata uppaftur skjótari enn myndugleikarnir høvdu tilrátt. Kom kuril í kunningina á tíðindafundinum fyri páskir, har alt var málað ov bjartskygt.
    Gestir: Anne Metta Greve Klemensen, sóknarprestur, Goerg L. Petersen, tíðindaleiðari, KVF, og Árni Gregersen, journalistur.
    Við tøknipultin í Kringvarpinum: Høgni Fagraberg
    Við telduna heima: Øssur Winthereig
    51 min
  • Pressan: Falstíðindi í koronatíðini
    Stríðið móti falstíðindum - fake news - er avgerandi í hesum døgum, har eftirspurningurin eftir upplýsingum er sera stórur.
    Eisini sonevnd akademisk vitan verður oyst út, men er heldur ikki altíð álítandi, tí fólk pynta seg við akademiskum heitum.
    Og vit viðgera eisini, hvussu tað sum byrjaði sum ein heilsukreppa skjótt broyttist til eisini at vera ein búskaparkreppa.
    Gestir: Brynhild Thomsen, kunningarfólk, Magni Mohr, prorektari á Fróðskaparsetrinum, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum.
    Við tøknipultin í kringvarpinum: Sámal Jákup Jakobsen
    Lagt til rættis við telduna heima: Øssur Winthereig
    51 min
  • Pressan: Ber til at tala serfrøðingum ímóti
    Myndugleikarnir hava havt at kalla einkarrætt upp á upplýsingar, men vit eru kanska á veg inn í eina nýggja bylgju, har miðlarnir kunnu spyrja hvassar spurningar.
    Luttakarar, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Sveinur Tróndarsson, blaðstjóri Dimmalætting, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Grækaris D. Magnussen, tíðindaleiðari R7.
    Við tøknipultin í KvF: Øssur Egholm
    Við telduna heima: Øssur Winthereig
    45 min
  • Pressan: Orðini í almenna rúminum
    Pressan velur tríggjar vegir inn í almenna rúmið: hvør retorikkur verður brúktur í almenna rúminum, hvussu við øllum tølunum, sum hurra runt og hvussu broytist okkara atferð.
    Gestir: Árni Gregersen, journalistur, Katrin Petersen, journalistur, Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri.
    Dánial Hoydal, retorikari, Regin Reinert, hagfrøðingur og Tóra Petersen, sálarfrøðingur.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    58 min
  • Pressan: Tilbúgving í miðlunum
    Men útvarpið og hinir miðlarnir halda seg eisini hava skyldu at veita borgarunum tænastur, tá veðrið er ringt ella aðrar hendingar ávirka gerandisdagin.
    Men heilsutilbúgvingin liggur einsamøll hjá heilsumyndugleikunum. So kunnu miðlarnir sjálvir velja og vraka millum hvørjar upplýsingar teir velja at bera víðari.
    Sveinur Tróndarson verður nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting.
    Gestir: Andras Marr Poulsen, samskipar av Tilbúgving Føroya, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Sveinur Tróndarsson, nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    57 min
  • Pressan: Pengar til krabba er Public Service
    Korona-virussið vinnur fram á hvørja forsíðu, men hvussu væl vanda miðlarnir sær í viðgerðini av smittuni og sjúkuni.
    Er markið greitt millum marknaðarføring og journalistikk, tá Kringvarpið fylgir Koks, sum var tað fótbóltslandsliðið hjá monnum.
    Gestir: Ivan Niclasen, stjóri KvF, Kári Mikkelsen, samskiftisráðgevi, Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Marita Debess Magnussen, medisinskur mikrobilogur, PhD, Kári Sólstein, leiðari á Mentanardeildini í KvF.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    53 min

About Pressan

From the publisher's feed

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.