Pressan

Pressan

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Pressan episodes

  • Pressan: Søgur sigast í podvarpi
    Telefonin og teldan eru sambindingarliðið millum tey, sum framleiða sonevndar poddvarp-sendingar, og tey, sum hava hug at lurta eftir poddvørpunum, sum verða lagdar onkrastaðni á netið. Í løtuni er nógv av tí tilfarinum ókeypis.
    At framleiða er ómakaleyst, og við telefonini ber til at leita poddvørp fram úr øllum heiminum.
    Í sendingin verður spæld brot úr ymisum poddvørpum.
    Vegleiðing: Tak eina podcast-app niður á telefonina ella brúka appina, sum ofta liggur á telefonunum. Iphone hava eina podcast-app. Eg brúki podcast addict-appina til android. Tekna seg fyri einum podcasti og lurta á telefonini. Til ber eisini at lurta á netinum.
    Nøkur podvarp-leinki: soundcloud.com, bbc.co.uk/podcasts, abc.net.au/radio/podcasts/ dr.dk/podcast, radio-norge.org/podcasts, podimo.dk, talk-town.dk.
    Gestir: Kári Sólstein, mentanarleiðari í KvF, Bjarni Arge, framleiðari av Amatøroyar, Eilen Anthoniusen, samskiftisfólk og Rikke Mia, sum framleiðir poddvarpið "Færøske fabler" til børn á donskum.
    VIð tøknipultin: Kári Annand Berg
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    57 min
  • Pressan: Arbeiði við síðuna av
    Hvørji størv og hvørji áhugamál kunnu journalistar hava við síðuna av sínum arbeiði og eigur lurtarin ella hyggjarin at fáa at vita tað?
    Public Service-sáttmálin er avtalanum millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Nú skal nýggjur sáttmáli gerast og enn einaferð viðgera vit, hvat liggur í hugtakinum Public Service.
    Gestir: Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Sveinur Tróndarson, journalistur, Jón Brian Hvidtfeld, formaður í Føroyskum miðlafólkum og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    57 min
  • Pressan: Myndin skal vekja kenslur
    Myndin kann vekja kenslur, dokumentera og lokka í journalistikkinum. Onkuntíð kann myndin standa einsamøll og onkuntíð samstarvar myndin í tekstin.
    Føðingardagsheilsa til Lindina, sum hevur sent í 20 ár.
    Gestir: Amy Hansen, fotografur, Tróndur Dalsgarð, fotojournalistur og Klara Johannesen, fotografur.
    Samrøður við: Gudny Benjaminsdóttur, Oddfríð Marner Rasmussen, Herluf Sørensen, Preben Hansen, Magna Christiansen og Símun Absalonsen.
    Við tøknipultin: Kári Annand Berg
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    58 min
  • Pressan: Umhvørvið í miðlunum
    Ber til hjá miðlunum verða kritiskir móti teimum sterku kreftunum, ið vilja stýra umhvørvisorðaskiftinum?
    Coronavirus hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Hvar liggur markið millum neyðuga upplýsing og ræðsluherferðir? Ræða miðlarnir sínar lurtarar, hyggjarar og lesarar, ella eru miðlarnir við í fyribyrgjandi arbeiði?
    Gestir:
    Elsa Berg, Ringrás, Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Árni Gregersen, journalistur og Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
    Í telefonini: Shahin Gaini, yvirlækni.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    48 min
  • Pressan: Betri miðlar - fleiri lýsingar
    Lansdstýrismaðurin ætlar at taka lýsingarnar burtur úr útvarpinum, men spurningurin er um aðrir føroyskir miðlar fara at fáa meiri í sín part, um tað hendir.
    Lýsingarfyritøkurnar hava nú fleiri pallar - enn føroysku miðlarnar - at velja millum til sínar kundar.
    Miðlarnir eru framveigs knýttir at lýsingarpengum, men lýsingarnøgdin tykist minka.
    Gestir: Lena L. Mohr, stjóri Sansir, Sølvi Jespersen, talgildur marknaðarleiðari Atlantiv Airways, Niels Uni Dam, stjóri Nudlavirkið, Jonhard Hammer, stjóri Miðlahúsið, Niklári Nysted, stjóri Knassar og Birgir Waag Høgnesen, sølu- og marknaðarleiðari R7.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    55 min
  • Pressan: Framtíðin er her
    Hvussu er miðlanýtslan broytt seinastu 10 árini - og hvørji eru útlitini? Eldru ættarliðini velja útvarp og sjónvaro, men tey yngri enn 45 ár velja aðrar miðlar.
    Spyr.fo hevur gjørt kanning fyri Pressuna um miðlanýtslu.
    Gestir:
    Ivan Niclasen, stjóri KvF, Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Martin N. Simonsen, miðlafrøðingur og Katrin Petersen, samskiftisfólk.
    Tøkningur: Høgni Fagraberg
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    58 min
  • Pressan: Journalistar blanda seg uppí í rættinum
    Kann journalistikkur vera óheftur av persónligum politiskum sjónarmiðum, verður spurt. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, heldur, at kringvarpið var ikki objektivt í viðgerðini av býtinum av makreli til línu- og garnaskip.
    Væntandi kemur nýggj rættargangslóg í gildi í ár og fyri almenningin og journalistar merkir hetta størri innlit í skjøl og tilfar frá rættinum. Eisini kunnu journalistar - vegna almenningin - tá blanda seg uppí, tá rætturin skal avgera um hurðarnar skulu latast aftur, um frásagsagnarbann ella navnabann skal setast.
    Flogblaðið Atantic Review er komið út 94 ferðir - fyrstu ferð í 1990.
    Gestir: Nella Festirstein, deildarleiðari, Løgmansskrivstovan, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum og Ingrid Bjarnastein, Content Manager, Atlantic Airways.
    Við tøknipultin: Høgni Fagraberg
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    53 min
  • Pressan: Miðlar á einum vegamóti
    Miðlarnir á einum vegamóti.
    Soleiðis var heitini á einum fundi, sum Føroysk Miðlafólk skipaðu fyri 30. november.
    Spurt var hvørjar avbjóðingarnar eru í føroyska miðlaheiminum og hvørja framtíð ganga miðlarnir ímóti. 
    Útskiftingin á redaktiónunum er stór, fíggjarliga botnlinjan trýstir gerandisdegin - og lesarar, lurtarar & hyggjarar finnast at innihaldinum.
    Tveir politikarar - formaðurin og næstformaðurin í Mentanarnevnd Løgtingsins vóru við - Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum.
    Harafturat vóru trý fólk úr Miðlaheiminum biðin at siga sína hugsan. Tey vóru Birgith Lassen, starvast á Kvinnu, Brynhild Thomsen, sum gavst í Kringvarpinum herfyri og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.
     Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    56 min
  • Pressan: Nøkur pressubrot frá 2019
    Bæði fólkatingsval og løgtingsval vóru í 2019 og tvær loyniupptøkur settu eisini dagsskránna. Onnur frá landsfundinum hjá Tjóðveldi í Suðri og hin úr Vinnumálaráðnum.
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    58 min
  • Pressan: Fáa vit betri miðlar við miðlastuðli
    Átta privatir miðlar hava fingið tvær milliónir í miðlastuðli. Stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum, verður sagt. Men gera tvær milliónir nakran mun og eru tað teir røttu miðlarnir, sum fáa stuðulin.
    Jóhan Eli L. Poulsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann: "Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda?"
    Samrøður við Magnus Dam, formann í Miðlastuðulsnevndini, Petur Jacobsen, nevndarformann í R7 og við Jóhan Eli. L Poulsen, løgtingsmann.
    Gestir: Emil L. Jacobsen, blaðstjóri á Dimmalætting, Jóhan Lützen, stjóri Norðlýsið, og Árni Gregersen, journalistur.
    Við tøknipultin: Øssur Egholm
    Lagt til rættis: Øssur Winthereig
    55 min

About Pressan

From the publisher's feed

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.