Góðan morgun Føroyar

Regin er fyrsti føroyingur á Bouvet


Listen Later

Bouvet.
Soleiðis eitur ein oyggj, sum liggur umleið 1500 fjóðringar í útsynningi úr Cape Town í Suðurafrika.
Ongin býr í oynni, sum øll er dekkað við ísi, tí hitalagið har liggur millum fýra kuldastig og fýra hitastig.
Men komandi tríggjar vikurnar verður fólk í oynni, tá tilsamans 18 radioamatørar úr øllum heiminum fara rannsóknarferð til Bouvet.
Ein av radioamatørunum er Regin Nicolajsen úr Skopun.
- Sum radioamatørur samskifti eg við nógv fólk kring heimin, og tað var eisini av einum øðrum radioamatøri, at eg bleiv bjóðaður við á hesa ferðina, sigur Regin Nicolajsen, sum ikki tók av tilboðnum alt fyri eitt.
- Men eftir at hava hugsað meg um í eina tíð, helt eg hetta vera ein spennandi og stuttligan møguleika. Og eg haldi tað er stuttligt, at eg soleiðis eisini kann hitta ymiskar radioamatørar, sum eg eri vanur at samskifta við, sigur Regin Nicolajsen.
Endamálið við ferðini er at seta samskiftisútgerð upp í oynni og at samskifta haðani næstu tríggjar vikurnar ella so.
Eftir ætlan verður farið úr Cape town við báti í dag, og ferðin til Bouvet tekur væntandi millum sjey og 10 dagar.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Góðan morgun FøroyarBy Kringvarp Føroya

  • 5
  • 5
  • 5
  • 5
  • 5

5

3 ratings


More shows like Góðan morgun Føroyar

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners