"Tað hvørvur ikki av sær sjálvum". Tað er heitið á ráðstevnu, sum Kris skipar fyri í Norðurlandahúsinum 4. oktobur. Ráðstevnan skal geva íkast til upplýsing og orðaskifti um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi. Tað verður gjørt við at bera fram og kjakast um vitan og gransking um ágang og ikki minst, hvussu vit basa hesum trupulleika.
Tað verða 6 fyrilestrarhaldarar á degnum. Ein av teimum verður Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sum fer at tosa um "revsimál um kynsligan ágang".