Í ár eru liðin 150 ár liðin, síðani fyrstu niðursetuhjúnini, Per og Nicolina Højgaard, settu búgv í Rituvík. Tey vóru ávikavist 20 og 19 ára gomul.
Nógv verður gjørt burtur úr í hesum sambandi. Hátíðarhaldið hevur fingið egið búmerki, sum Sjúrður Højgaard grafiskur sniðgevi hevur gjørt.
Seinni í ár verður konsert í kirkjuni, bókaframløga og fagnaðarguðstænasta, og leygardagin taka flestu rituvíkingar lut í stórum hátíðarhaldi í bygdini.