Útvarpið fer í summar at senda nakrar av teimum sendingunum, sum í sjeytiárunum vórðu gjørdar runt um oyggjarnar. Lagt verður fyri við trimum sendingum úr Dímun, har Janus í Dímun greiðir frá.Í teimum fyrru sendingunum verður siglt runt um oynna og í triðju sendingini verður farið niðan til hús, har Kinna í Dímun eisini greiðir frá lívinum í Dímun. Niels Juel Arge gjørdi sendingarnar í 1974.