- Tvær venjingar eru um dagin. Tað er neyðugt, um eg skal vera klár til hesa truplu uppgávuna, ásannar Sarah Mahfoud.
7. oktober fer hon í ringin í Royal Arena Hall at royna seg ímóti roynda argentinska nevaleikaranum, Marcela Acuña.
Mahfoud viðurkennir, at talan er um ein ógvuliga sterkan boksara, sum hevur eina imponerandi søgu at vísa á.
- Eg fari at boksa ein taktiskan dyst og leita eftir hennara veikleikum, sigur Mahfoud.
Hon arbeiðir tó eisini við sálv at gerast meiri ágangandi í ringinum og at sláa hart, tá møguleikin er har.