Mong menniskju í nýmótans samfelagnum hava ta fatan, at ein føðing eigur ikki at vera long og trupul. Hjálpitól og hentleikar áttu at bøtt um hetta, halda tey. Í sendingini "Á lívsins gátt" fylgja vit ljósmóðurini Eyðfríð L. Jacobsen, sum starvast á Landssjúkrahúsinum. Hennara uppgáva er at kanna og vera um kvinnur, sum skulu føða. Og so má hon mangan greiða teimum óttafullu frá, at ein føðing kann ikki stýrast allan vegin við hjálpitólum og hentleikum. Í sendingini hitta vit eisini nøkur ung pør, sum fáa børn. Lagt til rættis: Ingun í Skrivarastovu. Fotografur: Bjarni Rubeksen.