Kringvarpið sendir beinleiðis frá 1. umfari av tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn. Seks bólkar og einstaklingar kappast. Ungdómstoymið Biit stendur fyri framleiðsluni. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.