Tøl vísa, at 71 prosent av børnum í Føroyum eru virkin í ítrótti og rørslu, men longu um 15 ára aldur er talið komið niður á 52 prosent.
Hví gevast tey, tá tey er um 15 ár, og hví er tað so týdningarmikið at hava tey sum longst í ítróttarfelagsskapi?
Hetta er nakað av tí, sum er á skránni, tá Ítróttartingið 2023 verður leygardagin 29. apríl. Talan er um eina ráðstevnu, ið er ætlað venjarum, ungdómsnevndum, foreldrum og øðrum, sum hava áhuga fyri barna- og ungdómsítrótti. Ítróttarsamband Føroya skipar fyri.