Hugtakið diabetes distress eitur á føroyskum diabetesstrongd og hevur verið eitt kent fyribrigdi uttanlands í langa tíð. Tó er hetta ikki nakað, ið nógv hevur verið tosað um her umleiðir fyrr enn nú.
Ingrid W. Tapager, granskari og granskingarleiðari á Steno Diabetes Center í Keypmannahavn vitjar í Føroyum og fer at siga frá hugtakinum á tveimum ymiskum tiltøkum í dag.