Pál Weihe, granskari, hevur brúkt 25 ár til at skjalprógva, at tað er heilsuskaðiligt at eta grind. Men nógvir føroyingar og føroyskir politikarar halda seg vita betur.
Bankin eggjaði viðskiftafólki til at keypa partabrøv í bankanum og lænti teimum gleðiliga pengar til at keypa fleiri partabrøv fyri, enn tey høvdu ráð til. Nú er bankin farin av knóranum, og partaeigararnir sita eftir við ongum.
Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt…
høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.