Formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum, Jóhan Stenberg, sigur, at vit skulu fyribyrgja, at skúlastjórar velja at stinga í sekkin. Umstøðurnar eiga at verða broyttar og bøttar.
Í Noregi vísa nýggjar kanningar, at 7 av 10 skúlastjórum trívast illa og halda starvið beinleiðis vera heilsuskaðiligt. Hóast vit ikki hava somu kanningar í Føroyum, so síggja vit eina gongd, har mong skift eru í skúlaleiðslum kring landið. Ofta er heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv eru leys at søkja.