Tann 23. mai 1917 fingu føroyingar rættiliga at kenna sviðan av fyrra heimsbardaga. Týskir kavbátar preiaðu slupp eftir slupp á Føroya Banka, har tær vóru til fiskiskap.
Kavbátamenninir bóðu manningarnar fara av skipunum, løgdu sprongievni í skipini og søktu tey, meðan føroysku manningarnar ikki kundu gera annað enn hyggja at. Føroyingarnir fóru í skipsbátarnar og settust við árarnar at rógva til lands.