Søren Bo Andersen er doktari í sálarfrøði og hevur í mong ár verið áhugaður í evninum.
- Tað eru ikki øll, ið hava somu møguleikar í byrjanini av lívinum. Nakrar familjur ella støk foreldur berjast kanska fíggjarliga fyri at fáa endarnar at røkka saman - og hvørja ávirkan kann hetta hava á heilamenningina hjá einum barni? Hvussu stóra ávirkan kunnu sosialar og fíggjarligar umstøður hava á heilamenningina og lívið framyvir, spyr Søren Bo Andersen.
Morgunsendingin hitti Søren Bo Andersen til eitt prát um hetta.