Stykkjagóðs

Stykkjagóðs

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Stykkjagóðs episodes

  • Stykkjagóðs 31. juli
    Harafturat vitjar kvinna, sum hevur lisið í Australia í tvey ár, eins og umboð fyri MFS, nú Pisudagar vera komandi dagarnar. Harafturat greiðir Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, frá samkyndleika í føroyskum bókmentum, umframt at sagt verður frá 800 metra stafettini í frísvimjing til OL, har Pál Joensen luttekur á danska liðnum.
    2 hr 1 min
  • Stykkjagóðs 30. juli
    Umframt hetta greiðir Niklas Heri Jákupsson frá um Grøv Nr. 13, og dansibandtónleikur og dansiprát fylla nógv í sendingini
    1 hr 58 min
  • Stykkjagóðs fríggjadagin 27. juli
    Eisini hitta vit Elin Brimheim Heinesen og Kára Jacobsen, nú Nalja aftur fer á pall eftir 22 ára steðg. Eisini frætta vit frá okkara fólki í London, eins og vit hava samrøðu við Pál Joensen, svimjara. Og Ólavsøkan stundar til ? vit spyrja Solby Eliasen, programleiðara, og Barbaru Samuelsen, dokumentarleiðara, hvat kringvarpið borðreiðir við á tjóðarhátíðini.
    2 hr 2 min
  • Stykkjagóðs hósdagin 26. juli 2012
    Eisini hitta vit Hans Mortensen, vinnulívsmann, ið eisini er sera tilvitaður um tað estetiska, eins og vit práta við Jón Bjarnason, venjara, og Pál Joensen, svimjara, nú stundar til Olympisku Summarleikirnar í London.
    2 hr 1 min
  • Stykkjagóðs mikudagin 25. juli
    Eisini hitta vit Árna Dam, nú skúlaskipið Danmark vitjar í Føroyum, vit práta við Thomas Skipper og Simon Marsbøl um bretska bilsøgu, nú 33 Morris Minor vitja í Føroyum, og vit spyrja Katrinu í Geil, hvør munurin er millum Festival- og Ólavsøkumóta
    1 hr 59 min
  • Stykkjagóðs týsdagin 24. juli
    Skrímslini í Sjónleikarhúsinum og dukkusjónleikur eru evnini, tá Rakel Helsmdal vitjar útvarpsstovuna. Eisini verður tosað við Hilmar Joensen, nú føroyingar fara á Neata sjónleikafestival í Sønderborg. Umframt at vit tosa við røktingarmann, sum er á fjalli á Slættaratindi
    2 hr 2 min
  • Stykkjagóðs mánadagin 23. juli
    Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin Føroyar hjá Frændum. Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og hann greiður frá søguni um sangin.
    Eisini verður tosað við Jógvan Hugo Gardar, nú eitt ár er liðið síðani sorgarleikin á Utøya. Eisini fáa vit vitjan av tveimum føroyskum songkvinnum ? tveimum sera ymiskum kvinnum - onnur telist millum limirnar í føroyskum kvinnupopbólki, og hin syngur country.
    2 hr 2 min
  • Stykkjagóðs 19. juli
    Eisini hitta vit Firouz Gaini, mannfrøðing, sum vit eitt nú spyrja, um mammur skulu fara á G! Og vit hitta Kapten Röd úr Svøríki, Raske Penge og Ham Der Hasse úr Danmark, Bárð Næs, ið skipar fyri tiltøkunum í Grundini, Jón Tyril, samskipara av G! Festivali, um festivalskránna fyri fríggjadagin. og vit ringja til Hall Helmsdal, sum er á veg upp um fjall saman við útlendskum G! gestum.
    2 hr
  • Stykkjagóðs mikudagin 18. juli

    Eisini hitta vit Eyðun Eliasen, arkitekt, ið hevur teknað og staðið fyri nýggja Áartúni í miðbýnum í Havn. Nú ársins G! Festivalur stendur fyri durum, tosa vit við Jón Tyril um skránnað fyri festivalin hósdagin, eins og vit fáa vitjan av Jón Hansen úr bólkinum Hamferð.

    1 hr 56 min
  • Stykkjagóðs 3. juli
    Eisini verður nomið við nýggja búmerkið hjá SSP, ið merkir Skúli, Sosialir myndugleikar, og Politi. Vit tosa eisini við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá Víkingi, sum skal spæla móti FC Gomel úr Hvítarusslandi, og Mikkjal Thomassen, venjara hjá B36, ið skal spæla móti Linfield FC, eins og vit hitta Jákup Mørk, nevndarlim í B36, eins og fótbóltsviðmerkjaran Jóannes Jakobsen.
    1 hr 54 min

About Stykkjagóðs

From the publisher's feed

Savnssending