Stykkjagóðs

Stykkjagóðs

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Stykkjagóðs episodes

  • Camino til heimsins enda
    Talan er um eina sera langa ferð í Norðurspania, sum fólk oftani byrja í Suðurfraklandi og enda í Santiago de Compostela. Har verður gist á herbergum og viðførið eigur ikki at vera tungt. Kristina Christiansen gekk fyri tveimum árum síðan allan teinin einsamøll, men í ár gingu hon og dóttirin bert ein part av strekkinum. Kristina greiðir í sendingini frá ymsum áhugaverdum, til dømis at Skt Jákup er grivin stutt frá Santiago, og hví ein kirkja hevur livandi hønur í kirkjurúminum. (myndin er frá ferðini í ár).
    50 min
  • Tað gudiliga ógudiliga
    Súsanna Vígdá er clairvoyantur, miðil, hypnoterapeutur, og healari. Síðan hon var smágenta hevur hon havt samband við tað ókenda. Hesi evni nýtir hon í dag til at hjálpa fólki, ið ynskja at fáa eitt betur lív, ella at koma víðari. Eisini vitjar hon hús, har fólk ganga aftur, umframt at hon gjøgnum hypnoterapi t.d. kann stuðla einum í at leggja av at roykja. Healingin fær teg at kenna størri vælveru og javnvág - og kann vera lekjandi. Súsanna Vígdá var í Stykkjagóðssendingini 15. august.
    57 min
  • Stykkjagóðs hósdagin - um Beran og Kýprosferð
    Eisini er samrøða við Gunvá við Keldu, borgmeistara í Klaksvík, um ferð til Kýpros, har hon hitti umboð fyri býráðið í býnum Limassol.
    Hetta er seinni partur av Stykkjagóðssendingini 23.08,12. Í fyrra parti var einans ein samrøða, ið er løgd út sum "Camino til heimsins enda". (myndin sýnir Onnu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, nevndarlimir í Beranum).
    57 min
  • Færri kilo og størri lívsgleði
    Guðrun vð Rættará á er dagsins tónleikagestur í Stykkjagóðsi. Millum løgini greiðir hon frá yrkinum sum hárfríðkari; hvussu tað var at missa foreldur: um sambandið við systrina; um gastric bypass skurðviðgerðina, umframt tónleikin í sendingini, og annað..
    48 min
  • Javnstøða krevur tilvitan
    Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pippi eitt serliga bjart pláss í hugaheiminum hjá Laufey Blaasvær.
    34 min
  • Minni skipan og størri ego
    Fyrrverandi landsliðsmálmaðurin var í gjárkvøldið í Degi og Viku og vísti á trupulleikan við svørtum peningi í føroyskum fótbólti. Sendingin Stykkjagóðs spyr Jens Martin, hvørjar afturmeldingar eru komnar í dag til hansara ákærur. Eisini tosa vit við Mannin í Topphúgvini um bókina sum heild; hvør munur var á hugburðinum á A-landsliðnum í mansfótbólti fyrr og nú. Og vit spyrja Jens Martin Knudsen, hvat hann metir sum sín besta eginleika. (myndin er tikin av netinum).
    8 min
  • Mítt lív er mín ábyrgd
    Í samrøðuni vísa tær á forðingar og loysnir í samband við persónsmenning. Eisini greiða gera tær frá ymsum, ið vit vanliga ikki eru tilvitaði um. Eisini spyrja vit Tinu og Sigbritt, hvat meiningin er við lívinum, og hví X Factor vinnarar hava trupult við at vinna sær fótafesti í tónleikavinnuni.
    30 min
  • Varpið hevur meiningar
    Anja Jacobsen er drívmegin í hesum nýggja miðli, ið tey ætla skal mennast alsamt. 
    Vit hitta hana á telefontráðnum úr London, har hon tekur eina informasjónsútbúgving. Anja greiðir frá Varpinum, hví Fámará bleiv ein stórur partur av hennara gerandisdegi, og frá útbúgvingini.
    33 min
  • Stykkjagóðs 1. august
    Harafturat hava vit verið til filmsinstalatión í Norðurlandahúsinum og so vitja Korsie og Finnur Koba sendingina, nú Korsie og 60ini er um at fara í luftina
    2 hr

About Stykkjagóðs

From the publisher's feed

Savnssending