Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

All Summarmorgun episodes

  • Summarmorgun
    Hvussu hildnaðist jóansøkan, sum var um vikuskiftið. Vit tosa við Magnus Paula West, trivnaðarleiðara í Vágs kommunu.
    Verkætlanin, sum kallast Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina (stytt EcoFar), kannar, hvussu føroyskir firðir, víkir, vágir og sund og lívið í teimum eru broytt seinastu 100 árini.
    Í dag verður eitt spurnarblað, sum er ætlað almenninginum, almannakunngjørt. Fólk frá verkætlanin koma á vitjan.
    Fríggjadagin samtykti norska Stórtingið at farast skal undir heimsins fyrsta skipa- ella siglingartunnil. Vit tosa við Páll Nielsen, ið sum skipari regluliga siglur í økinum, har ið tunnilin skal gerast.
    55 min
  • Summarmorgun
    Vit tosa við Sonna á Horni um bilamentan og ellisakfør, nú bilatreff verður í fuglafirði leygardagin.
    Eisini tosa vit við Jónas Gaard og Sigrið, sum í dag lata úr hondum spildurnýggja sangin "Ikki fyrr enn tá".
    Og Gadus hevur gjørt besta túrin higartil. Vit hava verið umborð, har vit hittu skiparin, John Fuglø.
    55 min
  • Summarmorgun
    Vit tosa við Magnus Paula West um jóansøkuna, sum verður hildin í Vági í ár.
    Eisini fregnast vit um The Jazz of the White Nights við Vár's Havnar Boys, ið verður í Oy fríggjakvøldið klokkan 21.
    Vit tosa við Sergey Ilyin, ið er frá Ukraina og sum hevur skrivað tónleikin, og sangarinnuna Vár Isaksen.
    55 min
  • Summarmorgun

    Vit tosa við Jógvan Hansen um nýggja sangin við Kulum Rótum - Eg vil ikki í skúla, samstundis sum nomið eitt nú verður við tíðina, tá Jógvan var ein fastur partur av Kulum Ròtum.

    Í hesum døgum eru umboð fyri norðurlendsku og baltisku bíbliufeløgini i Føroyum. Vit tosa við Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, aðalskrivara í føroyska bíbliufelagnum, og Johannes Baun, ið er aðalskrivari í danska bíbliufelagnum.

    56 min
  • Summarmorgun

    Í 2010 fór Klippfisk undir filmsskúlan “Nóllywood”, sum aftur í ár verður hildin í Nólsoy. Vit fregnast um filmsskúlan, tá Anton Petersen kemur á gátt stutt eftir tíðindini klokkan 8.

    Ein fløskupostur var millum óvæntaðu lutirnar, sum var funnin í fjøruni í Kirkjubø, tá ið granskingartoymi hjá umhvørvisstovuni (saman við einum praktikanti úr 9 flokki í Skúlanum á Giljanesti) var úti og leitaði eftir plastóruddi. Tey vóru og leitaðu í samband við granskingarverkætlanina um plasteftiransing í fjørum í Føroyum. Vit fara at fregnast um verktætlanina og fløskupostin, tá ið Sjúrður Hammer náttúru- og umhvørvisgranskari á Umhvørvisstovuni, kemur á gátt klokkan hálvgum níggju.

    53 min