- Um ikki eg tók avgerðina og royndi hetta lívið, so hevði eg angrað tað seinni.
Tað tók sína tíð at taka avgerðina at flyta frá námsfrøðiliga leiðslustarvinum til at gerast persónligur venjari, men avgerðin er tikin og Annika er væl nøgd.
- Eg havi altíð elskað at venja, og havi gjørt tað leingi. Eg havi eisini havt tímar í eina tíð, men kundi hugsað mær at gera hetta fulla tíð, og so var tað nú ella aldrin, sigur Annika men leggur afturat, at hetta ikki merkir, at hon nú hevur sagt gamla fakinum farvæl med alla.