Øll hava onkra kvinnu í ættini, sum doyði í barsilssong. Onkuntíð livdi barnið, meðan tað í øðrum førum fór við mammu síni úr hesum heimi.
Tað eru hesar kvinnur - hesar mammur - sum nú verða heiðraðar.
Fimm ár eru liðin, síðan fyriskipararnir Anne Mette Greve Klemensen, Poulina Abrahamsen og Brynhild Næs Petersen settu sær fyri at kanna møguleikan at fáa hesar kvinnur fram í ljósið, men tað tók teimum eitt sindur meira tíð at finna útav, júst hvussu tað skuldi gerast.