Í útgávuni lýsir hon við egnum orðum og løgum júst undran sína á alt tað góða, ið Gud gevur okkum menniskjum.
Á útgávuni eru 14 sangir, sum eru framleiddir í Føroyum, Danmark og í Svøríki. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar eru við á útgávuni, millum annað føroyski maður hennara, Jan Zachariassen, sum spælir bass og gittar á øllum sangunum.