Lecrea er sanniliga ein multikunstnari og eigur enntá sítt egna plátufelag og neyðhjálparfelag. Hann hevur vunni hópin av virðislønum fyri sítt arbeiði.
Lecrea hevur sagt, at hansara størstu fyrimyndir innan kristnu trúnna eru lærarar sum Tommy Nelson, Tim Keller, John MacArthur, og John Piper.
Hann skrivaði enntá sangin "Don't Waste Your Life" eftir eini bók hjá Piper. Hann sigur eisini, at hann gjøgnum hesar lærdi um Spurgeon, Calvin, og Francis Schaeffer, sum hann eisni kallar sína persónliga hetju.