Samrøða við sálarlæknan Svend Kleve Hansen. Hann býr p.t. í Føroyum og arbeiðir saman við øðrum í verkætlan at kanna sálarsjúkur, um tær eru tær som og hava somu sjúkugongd og títtleika, sum í øðrum londum kring okkum.
Ein syndarlig vanlukka hendi 14. oktober 1991 úti i Mykinesi. Oddvør misti tá pápa og svág og Noomi misti pápa og abba. Menn vóru farnir eftir seyði og á veg heim aftur koppaði báturin og tríggir menn druknaðu.
Granskarir eru samdir um, at samband er millum bøn og grøðing.
Tomina Svøðstein var illa sjúk av krabbameini og onki var at gera. Men so fór hon til eitt møti í Danmark og biðið var fyri henni og hon vann sær heilsubót.
Í Føroyum er ongin serlækni í sálarsjúkum hjá børnum og ungum. Í meðal verða tvey til fýra børn send til Danmarkar til viðgerð.
Ole Sylvester Jørgensen er psykiatari. Hann hevur verið í Føroyum beint nú og vit tosaðu við hann um børn og sálarlig mein.
34 min
About Tilvera
From the publisher's feed
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.