Tilvera

Tilvera

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Tilvera episodes

  • Tilvera: Um New Age
    Lise Debel Christensen er magistari í religión og hevur skrivað sergrein um new age. Tónleikurin í sendingini er "new age tónleikur".
    32 min
  • Tilvera: Jesus
    Tað, sum vit vita um Jesus lesa vit í Bíbliuni. Hava onnur skrift um Jesu komu ? Og hvør var ætlanin við Hansara stutta foldarlívi ?
    31 min
  • Tilvera: Rørslutarnaður
    Karsten Thorst Petersen hevur verið leiðari á Solbakken, sum er heim, har fólk sum bera brek kunnu búgva. Sjálvur er hann føddur við ongum ørmum, so hann tosar av egnum sannroyndum.
    27 min
  • Tilvera: Hjarta og heiladeyðskriterii (1:2)
    Í Føroyum hava vit hjartadeyðskriterii. Sostatt kunnu vit bert flyta nýru frá deyðum menniskja til annað. Í Danmark hava tey heiladeyðskriterii, soleiðis kunnu læknar, við samtykki, flyta gøgn úr einum menniskja, meðan hjartað enn slær.
    Vit tosa við Rannvá Hammer, sum hevur tjúgu ára gamla dóttir, sum bíðar eftir nýggjum hjarta og lungum.
    Landslæknin Høgni Debes Joensen sigur frá lóggávuni, narkosulæknin Høgni Djurhuus sigur, hvussu staðfest verður, at mann er heiladeyður.
    35 min
  • Tilvera: Dialogcentrið
    Martin Boje Christensen starvast á Dialogcentrinum í Danmark. Á Dialogcentrinum viðgera tey átrúnaða bæði nær og fjar.
    Tey veita eisini sálarliga hjálp, um fólk koma í trongstøðu av hesum. Hann sigur frá Lívsins Orði, sum umboðar framburðarguðfrøðina.
    30 min
  • Tilvera: Børn og barnauppaling
    Ole Flemming Pedersen er lærari og starvast á læraraskúla. Hann hevur verið sera virkin í sínum arbeiði og hevur eisini arbeitt sum konsulentur innan "smábarnaøkið" bæði á stovnum og í kenlsumálaráðnum.
    31 min
  • Tilvera: Kvinnustríð
    Samrøða við Berit Ås, norskur professari í socialpsykologi. Vit tosa við hana um kvinnustríð og kvinnusak, hvat hava kynini til felags og hvat skilur sundur.
    33 min
  • Tilvera: Moralur
    Peter O.K.Olofsen er prestur í Fuglafirði. Vit tosa við hann um moral og hjúnaband, um uppafturgiftu, og havt hevur størsta týdning í prestayrkinum.
    31 min

About Tilvera

From the publisher's feed

Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.