Trina á Sandi – tað navnið skal minnast

Trina á Sandi – tað navnið skal minnast

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Trina á Sandi – tað navnið skal minnast episodes

  • Trina á Sandi - niðursetukvinna í Amerika (2:2)
    Fleiri av børnunum hjá Trinu fluttu til Amerika, og tey fyrstu ommubørnini vóru fødd har yviri um aldarskiftið. Trina fóra aftaná teimum, tá hon var 56 ára gomul, og tey búsettu seg øll í danska niðursetubýnum Junction City í Oregon fyrst í nýggju øldini.
    Hon var eyðsýnd í nýggja landinum og vanliga nevnd Grandma Jacobsen í Junction City, men gloymdi kortni ikki føroyska upprunan.
    Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
    46 min
  • Trina á Sandi - einkja í tjóðskaparstríði (1:2)
    Hon hevði kanska størri týdning fyri okkara tjóðskaparanda og sjálvbjargnisstarv enn nakar annar, segði Jóannes Patursson um Trinu á Sandi, tá hann umrøddi føringafelagstíðina á tingi í 1923.
    Áhugin var stórur fyri máli, mentan og politikki á føroyskari grund, eins og fyri Grundtvík og háskúlarørsluni í heiminum har hon vaks upp.
    Hon giftist til Havnar á ungum árum, men sat einkja við fimm børnum longu, tá hon var 31 ár.
    Heima hjá henni hittust oddafólkini í tjóðskaparrørsluni fram til aldarskiftið 1900.
    Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.
    38 min

About Trina á Sandi – tað navnið skal minnast

From the publisher's feed

Dokumentarisk ljóðmynd í tveimum pørtum um Kathrinu Winter Jacobsen alias Trina á Sandi alias Grandma Jacobsen, sum Magni Arge hevur skrivað og lagt til rættis.