Í síðstu viku kunngjørdi Borðtennissamband Føroya tey átta fólkini, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.
Tað sermerkta er, at hesaferð eru trý systkin úttikin.
Tey eru Fróði og Ári Fríðason Jensen og systirin Durita Fríðadóttir Jensen.
Finnur Koba hevur hitt báðar brøðurnar, tá teir vandu í kjallarahæddini í høllini á Hálsi.