Í Frítíð og náttúru ganga vit Eystur í Skúvadal saman við Peri Jacobsen og Eliesari úr Pálsstovu.
Vit vitja eisini nýggja Skúvadalshúsið, sum gamlir skótar í Skótaliðið Nólsoyar Pálls hava bygt í seinastu tvey-trý árini. Húsið er bygt saman við næmingum og lærarum á Tekniska skúla í Klaksvík.
Gamla húsið í Skúvadali bygdu menn í Klaksvík í 1941 og lótu SNP húsini í 1949. Nú vóru húsini so illa farin, at avgjørt varð at byggja eitt nýtt hús.