Vit ganga út á Borðuna saman við nólsoyinginum Jógvani Thomsen. Vit taka leiðina í neðra oman fyri Tjørnunes, steðga á í fleiri støðum, og enda 1. partin í Kassunum, sum er forn búseting stutt sunnanfyri Tjørnunes.
Frítíð og náttúra hevur eisini hitt miðvingin, Hans Hansen, sum regluliga fiskar síl á Fjallavatni. Hann harmast um tey sjónligu spor, sum lendisakførini gera í náttúruni.