Hví geva sjúkrarøktarfrøðingar undantøk, tá tær fara í verkfall, og hví hoyra vit so lítið til hetta verkfallið samanborið við onnur?
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og journalistur, hevur skrivað eina bók um fakfelagsviðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, og hann vitjaði útvarpsstovuna, har hann greiddi frá amboðnum, sum fakfeløgini hava.