Tey hava verið á sjónum í ein mánað og hava nógvar dagar eftir enn.
Seytjan ára gamli Rani Brattalíð Tindskarð letur væl at umborð, hóast tað er bæði sálarliga- og kropsliga strævið.
- Vit skulu altíð vera klár, um okkurt hendir. Eisini skulu vit hugsa líka nógv um onnur fólk, sum vit hugsa um okkum sjálvi. Tað kann til tíðir vera hart.
Hanna Bjarkhamar Poulsen er lækni umborð.
Hóast sjóverk, so dámar henni væl at vera við skúlaskipinum.
- Tað er eitt øðrvísi umhvørvi, og tú fært aðrar uppgávur, enn tær, tú vanliga fært sum kommunulækni.