Ragnhild Ellingsgaard sá eina undurfagra kvinnu standa við fótalagið. Hennara brá gjørdi, at Ragnhild kendi ein frið á sær.
Tá hon seinni spurdi starvsfólk, hvør henda kvinnan var, gjørdist tað skjótt greitt, at eingin var har.
Hetta sannførdi Ragnhild um, at meira er millum himmal og jørð, enn vit kunnu greiða frá. Onkur ansar okkum.
Eru onnur, ið hava upplivað nakað, ið minnir um hesa hending? Lat okkum frætta á facebooksíðu okkara, Góðan morgun Føroyar.