Hvussu var tað at vera barn í 20. øld? Hendan spurningin setti sjónvarpið í ár 2000 10 fólkum, sum øll vóru í ymsum aldri.
Sendingarnar, sum tá vóru tíggju í tali, eru nú settar saman til tríggjar og hesaferð hoyra vit: Jensinu Simonsen (Tausen), Tórshavn, Jan Gardar, Klaksvík, Magnar Næs, Hvalba og Bára Hansen, Tórshavn.
Lagt til rættis: Sigrún Brend.