- føroysk stuttrøð frá 2004Í føroysku stuttrøðini frá 2004 "Havið ímillum", sum er í tveimum pørtum, fylgja vit kokkinum umborð á Skálabergi, Heina Ósa og familju hansara heima. Skálaberg fór av Klaksvík 24. januar og kom aftur 24. apríl 2004. Gjøgnum Heina uppliva vit dagliga lívið og arbeiðið umborð bæði til gamans og álvara. Heima fylgju vit konuni Petru, og tá 5 ára gamla soninum Hera og eldra beiggjanum Jákupi, sum tá var 20 ára gamal. Lagt til rættis: Zacharias Hammer