Raðsending í fýra pørtum um skaldið og sakføraran J.H.O.Djurhuus (1881-1948). Í hesum sendingum verður sagt frá lívi Janusar, og roynt verður at lýsa sambandið millum lagnu og skaldskap hansara.
Vit fáa nakað at vita um kvinnurnar í lívi Janusar, um hugsanir hansara um eitt nú samfelagslig og tjóðskaparlig mál, um smeitir og sigrar hansara.
Heildarmyndin er sett saman av samrøðum, yrkingum, tónleiki, sangi, brøvum og øðrum skjølum. Sumt av hesum tilfari hevur ikki verið frammi fyrr.
Lagt til rættis: Hanus Kamban.