Eg livi optimalt, tá eg sigli, sigur Birgir Enni, sum seinastu mongu árini, hvørt summar hevur siglt kring oyggjarnar við Norðlýsinum. Hóast veðrið er skiftandi, eru tað fáir túrar, sum verða avlýstir, tí einki eitur ringt veður, tað eru bara ymisk sløg av góðum veðri. Birgir Enni er eisini kokkur umborð fyri tey mongu ferðaløgini, sum vitja skipið, og tá syrgir hann sjálvur fyri at skaffa allan matin. Hann heldur, at føroyingar geva sær alt ov lítið far um alt tað ríkidømið, vit eiga beint uttan fyri dyrnar - vit mugu læra okkum at virða okkara egna, um vit skulu yvirliva sum tjóð, sigur hann. Lagt til rættis: Ingun í Skrivarastovu og Bjarni Rubeksen.