Seinasta sendingin í røðini um myndlist í Føroyum snýr seg einamest um skulpturar. Tita Vinther, ið er ættað úr Finnlandi, hevur sett seg væl inn í ta ríku føroysku ullmentanina. Í 1985 vav hon sín stóra skulptur taraskógur, ið er settur saman av 8 lutum. Tann holla handverksliga vitanin gevur verkum hennara eina virðismikla heild, har tilfarið kemur til sín rætt. Tita nýtir føroyskt tógv og litar tað við plantulitum. Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, báðir úr Havn, eru tveir av okkara fáu myndahøggarum.