Ingálvur av Reyni og Ruth Smith eru tvey av fremstu føroysku listafólkunum. Ongin føroyskur listamaður hevur vegað gøtur og flutt mørk sum Ingálvur av Reyni.
Fyri honum er tað at vera listamaður tað sama sum støðugt at leita nýggjar leiðir. Fyrst í 1960árunum sýndi hann á fyrsta sinni fram málningar, ið kunnu rópast abstraktar kompositiónir.