Endursending frá 2006. Fyrsta av sjey støkum sendingum um undangongufólk innan føroyska fiskivinnu og ídnað í seinnu helvt av farnu øld. Í fyrstu sendingini hitta vit Oddfríð Gregersen í Gøtu, sum greiðir frá lívi sínum frá barnsbeini til dagin í dag.
Í meira enn 35 ár stóð hann á odda fyri Fiskavirkinum í Gøtu. Hann hevur eisini verið formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og bygdarráðsformaður í Gøtu kommunu.