Endursending frá 2006. Triðja sendingin í røðini um slóðarar er um Jákup Joensen. Sumbingin, ið gjørdist lopransmaður, reiðari, flakavirki og hoteleigari og politikari. Og sum brádliga stóð á berum, eftir at hava mist alt.
Sjálvur heldur hann, at hann hevði betri evni sum vinnulívsmaður enn politikari. Tey fýra árini á tingi vóru tó við til at reisa hann aftur á føtur fíggjarliga, so hann kundi byrja av nýggjum. Og í 2006, sum 76 ára gamal hevði hann júst latið upp flakavirkið Kirvi í Lopra.