Slóðarin hesa ferð er Hans Hansen, sum 22. mars fall fyri aldursmarkinum sum flogskipari og sostatt fleyg sín seinasta túr sum flogskipari hjá Atlantic Airways henda dagin.
Hans Hansen hevur verið ein av undangongumonnunum í Atlantsflogi. Umframt at hava verið flogskipari hjá felagnum frá fyrsta degi fyri 18 árum síðani, hevur hann í mong ár eisini verið flogovasti hjá felagnum.
Nú hann bókstaviliga er komin niður aftur á jørðina, ætlar hann at brúka meiri tíð upp á sigling. Í hesum sambandi verður privatflogfar hansara skift út við ein spildurnýggjan svenskan seglbát.