Flagtaktu, svarttjøraðu trækirkjurnar munnu vera tær vit fata sum serliga føroyskar kirkjur. Ikki løgið, at filmsmaðurin Niels Malmros valdi sær Kollafjarðar kirkju til filmin um Barbu.
Tíggju kirkjur eru av hesum slagnum í landinum, og tær eru allar bygdar í sama tíða bili. Hóast tær líkjast nógv, so hava tær allar síni se ligu frámerki, sum smiðir og kirkjufólk hava sett á tær.
Triðja sending um kirkjubygging í Føroyum snýr seg um tær gomlu trækirkjurnar. Lagt til rættis: Malan Johannesen.