Ikki er vanligt at síggja føroyingar sveima í flogskíggja millum føroysku fjøllini. Men nú sær út til, at hetta fer at gerast alt vanligari góðu summarkvøldini, tá lotið er hitt rætta. Nakrir menn í Havn og úr Vágum hava roynt hesa flúgving og eru sjálvlærdir. Fríðunn Steinberg úr
Klaksvík hevur sveimað rættiliga nógv í Grønlandi, og hon hevur tikið prógv í hesari flúgving.
Í sendingini skulu vit síggja fleiri fólk í flogskíggja sveima í summarlotinum oman fyri Syðradal á Streymoynni og oman fyri Klaksvíkina.