Urtagarðurin er aftur at síggja í sjónvarpinum í vár og í summar. Vit ferðast kring landið og vitja urtagarðar og tosa við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur. Urtagarðurin verður í sjónvarpinum annaðhvørt hóskvøld aftan á tíðindini. Í kvøld verður vitjað í urtagarðinum hjá Edvard Mitens, sála, sum nýggju eigararnir Elsa í Garði og Tummas í Garði nú eiga. Eisini verður vitjað í garðinum hjá Elin Mortensen. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.