Í øðrum parti sigla AWI-bátarnir inn í Norðaruhavn í Ravnsoynni. Ein av manningini, Kári Højgaard úr Runavík, var útróðrarmaður har í 1969, sum var seinasta árið, føroyingar róðu út úr Ravnsoynni.
Kári minnist gamlar dagar og vitjar fleiri útróðrarskúrar, ið enn standa uppi. Leiðin gongur síðani norður í Føroyingahavnina. Har ber ikki til at leggja at, tí ongin er at taka ímóti endanum.
Sendingin varð fyrstu ferð send 15. november 1998. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.