Onnur sending av røðini um villblóðmur í Føroyum snýr seg um vøksturin fram við áarbakkanum og fram við vøtnunum. Vit ganga framvið Hoydalsá og vitja Gróthúsvatn í Sandoynni. Í gjáunum finna vit stórvaksnan gróður, ið er rættiliga órørdur og sum kann sigast at vera tann mest upprunaligi vøksturin, vit eiga.
Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum. Í sambandi við hesar sendingarnar er eisini ætlanin, at hyggjararnir skulu fáa høvi at atkvøða um, hvør blóma skal gerast føroyska tjóðarblóman.