Í fjórðu sending skulu vit hoyra um okkara lyngheiðar, og vit vitja m.a. Toftavatn, har vit hava eitt av okkara størstu lyngøkjum.
Vit fara í hesum fimm sendingunum at síggja eini 80 ymisk sløg av føroyskum villblómum.
Í sambandi við røðina varð skipa fyri hyggjara atkvøðu, um hvør blóma skuldi verða føroyska tjóðarblóman. Sóljan vann kappingina sum føroyska tjóðarblóman.
Sendingarnar hava Anna Maria Fossá, Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen gjørt.