Hvussu skulu tey síðstu árini verða? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum. Hjá 90 ára gomlu Rakul, sum tað mesta av lívinum hevur búð mitt í Havn, varð spurningurin átrokandi, tá hon eina náttina datt í trappunum heima hjá sær sjálvari.
Tá gjørdi Rakul av, at nú var nóg mikið, nú skuldi hon flyta heimanífrá. Ellisheimið í Havn bleiv hennara nýggi búðstaður. Í dag heldur hon, at tá mann ikki klárar seg sjálvan longur, so má mann lata onnur taka yvir.